Jobannonce: Tosar tú føroyskt, býrt í Keypmannahavn og ynskir at vera við í stríðnum fyri at geva heimsins børnum betri treytir?

UNICEF Danmark

Tosar tú føroyskt, býrt í Keypmannahavn og ynskir at vera við í stríðnum fyri at geva heimsins børnum betri treytir?

So hava vit rætta starvið til tín!

Gerst ein partur av okkara vælvirkna og dugnaliga nýggja føroyska fundraisara toymi, sum gjøgnum sterkan boðskap og jaligar telefonsamrøður fær nýggj heimsforeldur til vega fyri at hjálpa heimsins neyðstøddu børnum. Sum føroyskur fundraisari hjá UNICEF DANMARK gerst tú ein partur av einum serfrøðiligum avriksbrennidepli í blómandi menning.

UNICEF DANMARK liggur í útnyrðingspartinum av Keypmannahavn, har allir okkara fundraisarir ringja frá. Vit arbeiða við at geva tær møguleikan at ringja heimanífrá, eftir at hava verið til staðar á einum skeiði antin í Keypmannahavn ella í Aarhus. Hendan skipanin er ikki heilt liðug enn, men um tú hevur hug at gerast partur av hesum toyminum, vilja vit gjarna skrivað teg á okkara bíðilista.